Signað og dýrt er at vita

Orð: A.L.

Lag: William F. Sherwin
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Herlige, salige tanke: Snart vi vort hjemland ser!

1. Signað og dýrt er at vita:
Heim til vár Gud tað ber;
skjótt har við borðið vit sita,
heima, har Jesus er!

Niðurlag: Undurfult, dýrt er at vita:
Har verður sálin glað!
Her sorgarfull mangan vit sita
og tráa upp til hin stað.

2. Geri tað sál vára fróa
í hesi myrku verð:
Har skal bert lovsongur ljóða,
har er ei sorg sum her!

3. Sálin hin mødda at drekka
lívsvatnið reina fær,
kennir ei pínu, ei ekka;
gleðin bert ræður har.

4. Myrkur og nátt skal ei vera,
Harrin jú lýsir har;
kransin við heiður skal bera
tann, sum her krossin bar.

5. Hava vit klæðini tváað,
eiga vit atgongd har;
lønina hvør tann skal fáa,
sum honum trúgvur var.

FavoriteLoadingGoym tekstin