Signað veri blóðkeldan góð

Orð: Eden R. Latta
Lag: Henry S. Perkins
Týtt: Victor Danielsen

1. Signað veri blóðkeldan góð,
sum rann fyri ta falnu verð,
tá í stríðnum Sonur Guds stóð!
Bert í sárum hans frelsa er.
Tó at syndin hjarta mítt breyt,
og tó sálin særd er og móð –
tvá meg í tí blóði, har fleyt,
og eg verði hvítari enn snjó!

Niðurlag:
Hvítari enn snjó,
hvítari enn snjó,
tvá meg í tí blóði, har fleyt,
og eg verði hvítari enn snjó!

2. Hvøss var tornakrúnan, hann bar,
harður krossurin, hann hekk á,
beisk var sorgin, hjarta hans skar,
tung tann byrði, á honum lá.
Leið meg, leið meg bert fram til hann,
til hitt bróst, mín synd eitt sinn sló.
Tvá meg í tí blóði, har rann,
og eg verði hvítari enn snjó!

3. Harri, eg fór langt burt frá tær,
hin fortapti sonur er eg,
blóðreyð er mín synd, sum tú sær,
einki vatn kann her reinsa meg!
Jesus, til hin brunn, sum er tú,
og til tíni lyfti so góð
komi eg og tvái mær nú,
og eg verði hvítari enn snjó!

FavoriteLoadingGoym tekstin