Signaða stað, so friðfult og ljóst

Orð og lag: Werner Skibsted
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Der er et sted så fredfullt og lyst

1. Signaða stað, so friðfult og ljóst,
so yndisligt fyri meg,
har lívganarandi fyllir mítt bróst,
leiðir á lívsins veg.

Niðurlag: Hvar finnur tú á fold eitt stað
so elskað sum Golgata?
Har doyði Guds Sonur krosstrænum á
fyri meg, syndara!

2. Golgata hædd so vøkur er mær,
tó í seg hon blóðið drakk
tann dagin, Guds Sonur krossfestur varð,
píndur í deyðan sakk.

3. Kærleikans hav – áh, náði so stór,
sum hevur sítt upphav har,
tað talar við kraft – eitt veldisins kór –
um alt, ið Jesus bar!

4. Burt verður gloymt í Himli ein dag
alt tað, okkum tyngdi her.
Men ævigt vit minnast Golgata stað,
okkum so dýrt tað er!

FavoriteLoadingGoym tekstin