Signaða stund, tá ið ljóða skal hátt

Victor Danielsen
Orð: Victor Danielsen
Lag: Charles Hutchinson Gabriel

1. Signaða stund, tá ið ljóða skal hátt
síðsta basúnin, og koma skal brátt
Jesus, vár Harri, ja, tað verður gott
honum at møta, áh, signaða stund!

Niðurlag: Signaða stund, vónríka stund,
signaða stund, vónríka stund!
Ljóðar basúnin, hann kemur við skund,
Jesus, vár Harri, áh, signaða stund!

2. Signaða stund, tá ið skyggja skal bjørt
morgunsins stjørna, um náttin er svørt!
Vinir, vit eiga eitt hop, sum er stórt:
Skjótt kemur Jesus, áh, signaða stund!

3. Signaða stund, tá hann reisa skal tey
øll, sum í trúnni á hann eru deyð,
sum undan okkum, tá Harrin tað beyð,
heim eru farin, áh, signaða stund!

4. Signaða stund, tá ið savna hann skal
øll, ið hann eigur, ein flokk uttan tal,
til sín í luftini! Kunnu vit væl
gleðast nóg nógv til ta signaðu stund!

5. Signaða stund! Her vit troyst kunnu fá:
Altíð at vera har Jesusi hjá,
andlit til andlit hann sjálvan at sjá –
amen, kom skjótt, kom, tú signaða stund!

FavoriteLoadingGoym tekstin