Signaði morgun, dýrdligur er

Orð og lag: Stuart Townend og Keith Getty
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: See, what a morning

Signaði morgun, dýrdligur er,
nú hann dagnar við vón í Jerúsalem.
Grøvin er tóm, og ljós skyggir hátt,
einglar hátt boða frá: „Hann er risin!“
Hygg frelsuætlan Guds:
kærleiki, dýrur var, goldin varð við blóð.
Fullgjørd í Kristusi, lív hann vann,
tá hann upp frá deyða stóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin