Signaði morgun, hitt æviga summar

Orð: Ókendur
Lag: Härlega morgon
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Härlega morgon

1. Signaði morgun, hitt æviga summar,
rísa skjótt man,
troyttur av stríði eg sælur hjá Guði
hvíla tá kann.
Jesus í skýggjum skjótt niður skal stíga,
Himmalsins harpur vit á skulu lýða
frelst fyri Guði og Lambinum níga,
– signaða stund fyri meg!

2. Farin er tíðin, alt fullkomið vorðið
er fyri mær;
alt er til reiðar við dúkaða borðið,
Jesus er har!
Tá skal eg betri enn her kunna syngja,
aldri meir sjúka og sorgir meg tyngja,
Lívsvatnsins løkir meg lívga og yngja,
– signaða stund fyri meg!

3. Heima við glarhavsins glitríku strendur
burt eru tár;
fevna eg skal hinar krossfestu hendur
endaleys ár.
Ei Lambsins songur í ævir skal tagna,
jarðlívsins møði vit aldri meir sakna,
tá vit í dýrdini endurloyst vakna,
– signaða stund fyri meg!

4. Sorgin er burtur, ein fullkomin frøi
ræður bert har;
sáðið, ið sátt varð í stríði og møði,
ávøkstur bar.
Møta eg aftur skal har øllum mínum,
skarar har lovprísa Frelsara sínum,
á, sum tann hugsan meg troystar í stríðnum,
– signaða stund fyri meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin