Signi Guð hvørt hjúnaband

Orð og lag: Ókendur

1. Signi Guð hvørt hjúnaband,
hond, ið byggir heim og land!
Enn á døgum okkum sýn,
tú kanst gera vatn til vín.

2. Tú, sum leiðir mannafjøld,
miskunnsamur øld um øld,
letur lýsa kærleikssól
yvir heimsins myrka hól.

3. Hevur himnadrottur, tú,
innanhýsis búgv og búð,
verður heimið sálartrygd,
tá ið hjúnaborg er bygd.

4. Signi tú hvørt hjúnaband,
bundið fyri heim og land;
tá vil altíð hond tín sterk
styðja veika mannaverk.

FavoriteLoadingGoym tekstin