Signing og heiður

Orð: Gary Sadler
Lag: Jamie Harvill
Týtt: Páll á Lakjuni
Upprunaheiti: The ancient of days

Signing og heiður,
dýrdina eigur
hann, sum er hin ævigi Gud.
Úr øllum ættum,
av øllum stættum
æra tey hin æviga Gud.

Hvør ein tunga einaferð skal
játta og tilbiðja
teg og boyggja knæ fyri tær
sum Harra.
Tú, hin hægsti, heilagi Gud.
Og um ævirnar verða tú skalt
hin ævigi Gud.

Tú heilagur Harri og Kongur ert.
Lov og prís, tú ævigi Gud.
Og einki kann metast við tað, tú gert.
Lov og prís, tú ævigi Gud.

FavoriteLoadingGoym tekstin