Signingarskúrir eg sendi

James McGranahanVictor Danielsen
Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Signingarskúrir eg sendi –
kærleikans lyfti er tað;
náði- og vakningarstreymar
senda skal Harrin ein dag.

Niðurlag: Skúrir, signingarskúrir –
Gud, okkum vakning lat fá!
nú, nú ið droparnir falla,
skúrirnar send okkum á!

2. Signingarskúrir eg sendi –
lívsæla vakning sum fyrr;
regnið, ið yvirflóð veitir,
fer út um Himmalsins dyr.

3. Signingarskúrir eg sendi –
Gud, hell teir á okkum nú,
gev okkum vakning og lívgan,
orðinum dýrd veiti tú!

4. Signingarskúrir eg sendi –
uppfyll tað, hjørtuni gleð,
nú ið vit synd vára játta,
nú ið vit kalla á teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin