Sigur

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Marsjur frá tríatiárakrígnum
Viðmerking: Sipað verður til fólkatingsvalið 12. mai 1915, tá sjálvstýrismaðurin Edvard Mortensen (Mitens) vann yvir sambandsmanninum Andrasi Samuelsen.

1. Sigur, sigur vunnin er,
og horvin er hin tunga tíð og happ og háð og trælapína;
aftur frættast skal um verð,
at óðalborin veldu vann og stórverk ger.
Fram nú! Fram til brøgd og stríð;
lat argar fylkja seg í flokk, eg ætli undan ei at dvína;
áður aldri var tann tíð,
eg grið mær bað og ræddur leyp um fjøll og líð.
Sælur hann er,
ið frælsisveldi eigur,
stolt er hans ferð,
og virðing hann sær veiðir.
Stundin komin er til brøgd,
lat tár og tungu minni vera burtur løgd.
Vekjandi vónir lat nú grøða
sorgtunga sinnið aftur. Merkið veittrar bjart.
Sterkt, hert enn stendur landið ódnarbart.
Og málið ljóðar enn av trúgvum tungum vart.

2. Liva allar ævir skal
mítt fría fólk, mítt fagra land, mítt móðurmál og fedraminni,
nørast frælsisandin væl;
ei sorg, ei svongd, ei ránsmanshond meg ger til træl.
Veksur vald og vit og skil,
og lívið gerst so ríkt og frítt, tá framburðshugur fyllir sinnið.
Fylkjast frægir garpar til
við magn í arm, við mót í barm og hjartans yl,
bróta so slóð,
har ógongt tyktist áður,
byggja upp tjóð,
ið goymir mentar gávur,
hevja fría fedra arv
og birta upp hin bragdarhug, ið burtur hvarv,
stálseta sinnið. Skal tá knáur
føroyingur metast javnt við fremst fólk í verð.
Frítt, vítt um Føroya fjøll og firðir fer
eitt fólk, ið heiðurskrúnu hátt um høvur ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin