Sigurshátíð sæl og blíð

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Páll Jónsson
Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2004.

1. Sigurshátíð sæl og blíð
ljómar nú og gleði gevur,
Kristus deyðan sigrað hevur,
nú er signað náðartíð.
Nú er fagur dýrdardagur,
ljómar Drottins sigursrós,
blómar náðistólur fagur,
nú sær trúgvin ævigt ljós.

2. Ljósið ævigt lýsir nú
deyðans nátt og dimmar gravir.
Drottins miklu náðargávur,
sál mín, eyðmjúk takka tú.
Fagna, Gud tær frælsi gevur
fyri Drottin Jesu Krist,
og av náð tær heitið hevur
himmiríkis dýrdarvist.

3. Drottin Jesus, lív og ljós
oss tín kæra góðska veitir
øllum stríði mans tú broytir
sæluríkt í sigursrós.
Strev og neyð tín miskunn lætti,
við oss stríðir máttur tín.
Sigur tín oss sigur rætti,
sigurshetjan, Jesus mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin