Sildavalsurin

Orð: Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen
Lag: Gideon Wahlberg

1. Skútur brátt stevna av firði út tað norðhavssild at fanga
Skiparin rópar um stýrhús-rút: ”Hey, latið springið ganga!”
Koyrir so á motorin, snotilig skútan er vorðin.
Setir so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein sólarring.
Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar.
”Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú se-ta vit!”

2. Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi.
Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knýpið.
Avhøvda flestu og gelda, aðrir teir salta og skelda.
Kokkurin gamli tó glaður er: ”Komið nú allir og skaffi her,
Borðiskin havi eg djúpan, kom og fá tykkum sildasúpan,
Hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!”

3. Sigla so inn aftur leygarkvøld, teir glaðir munnu sjunga.
Harmonikan áður so deyð sum sild, man út í dansin runga.
Ruskij og Polskij har snurra, norðmenn og sviar sum murra.
Har er bert ruðul og eingin kós, stúgvandi fult eins og sild í dós!
Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar
Sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.

FavoriteLoadingGoym tekstin