Sjá hesi fjøll og tindar

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Langt burt frá øðrum londum
Viðmerking: Yrktur heim eftir gøtuni frá Reynsmúla.

1. Sjá hesi fjøll og tindar!
er hetta landið mítt?
Er hetta tað, sum fedrar várir nomu?
Og hava vit tað arvað væl eftir teimum frítt,
so her ráða slektirnar tær somu?
Og nei og aftur nei! tað er minni enn so,
tí heimarættur vár hann er rikin á flog.
– Sig so, her ráða føroyingar í Føroyum!

2. Tí annaðhvørt fjallið er farið undir kong,
latínskúli vár datt fyri bakka,
og løgtingið rykt er frá stýri aftan úr rong
og samankroyst á tvinnar danskar krakkar.
Várt móðurmál fekk læstan kjaft –
nú er ei annað tos
enn eingilskar rukkur og danskt dumbubos –
sig so her ráða føroyingar í Føroyum!

3. Ja, so er manna hugsan, og so er manna trú,
at heimaráð er einki uttan eiti;
tað tykist okkum fjálgast at vera eins og kú,
ið livir væl í sínum heimabeiti.
Men sáran hoyrast hvinini úr homrum hvølt og ørt:
“Á, neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt!
Tit dripið hava føroyingin í Føroyum.”

FavoriteLoadingGoym tekstin