Sjá, nú stígur sólin av havsins brú

Mikkjal á Ryggi
Orð: Jakob Knudsen
Lag: Oluf Ring
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Sjá, nú stígur sólin av havsins brú,
loft og bylgjur glógva sum brandar nú;
kennist sælur songur, tó alt er stilt,
nú ið ljósið glitrar um strendur gylt.

2. Anda vil eg frítt nú í fróum lag,
syngja Guði lov fyri ljósan dag,
takka fyri morgun, sum sælur ber,
og so glaður ganga til dagsins gerð.

3. Takka góðum Guði, sum sól mær gav,
sál og likam lætna, nú nátt er av,
myrkur burtur hvørvur, og sorgin fer,
tá eg tryggur sigi: Tín vilji ver!

FavoriteLoadingGoym tekstin