Sjá teir stóru, búnu akrar

Orð: Fanny Crosby
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt: Líggjas á Váli
Upprunaheiti: The golden fields

1. Sjá teir stóru, búnu akrar!
Hví ert tú ei virkin har?
Heystið stórt, men lítil manning,
Harrin ynskir hjálp frá tær.
Far til verka, tíðin gongur,
svara nú, hann kallar teg.
Lat títt hjartans svar nú verða:
Harri, ja, her eri eg!

Niðurlag: Hoyrið song frá kvinnum og frá monnum,
fólk, ið ikki eira sær.
Tak títt pláss ímillum teirra.
Harrin ynskir hjálp frá tær.

2. Far til tey við troystarorðum,
sum so mangan styrktu teg.
Troyttu systkin lat nú fáa
hjálp frá tær á teirra veg.
Lætt tú teimum um tær byrðar,
sum tey altíð knossast við.
Far á knæ í bøn við teimum,
stríðist saman lið um lið.

3. Far og virka fyri Jesus!
Eymt teim dýru sálum sig:
Enn er náðihurðin opin,
sig, teim tørvar bert eitt stig.
Far og virka fyri Jesus,
sjálvt ígjøgnum stríð og háð,
hvat er tað ímót tí hvílu,
okkum væntar honum hjá.

4. Far so! Virka! Harrin kallar,
biður teg nú hjálpa sær.
Nýt tær mongu, dýru løtur,
Harrin ynskir hjálp frá tær.
Hann sítt dýra blóð læt renna
og á krossi deyðan leið,
nú hann kallar teg til verka!
Kanst tú siga honum nei?

FavoriteLoadingGoym tekstin