Sjáldan landið var so harðligt bundið

Jóannes PaturssonJoseph Glæser
Orð: Jóannes Patursson
Lag 1: Joseph Glæser
Lag 2: Føroyingar, sum her nú koma saman
Viðmerking: Yrktur aftaná valið í 1900, sum Jóannes Patursson metir vera “eitt gott politiskt val”.

1. Sjáldan landið var so harðligt bundið,
toldi eitt so yvirvaksið tak
sum í síðstu neyðars døpru stundum,
farna øldin gekk um hurðarbak.
Alt var kódn, í ræði óvit ríkti,
frælsur andi valla sást á lón,
eymd og armóð hart á allar díkti,
mangur sá sær ikki lívsins vón.

2. Onkur neisti brá sær undan kavi,
vildi lyfta armóðsokið av;
brøtt var báran tó á køldum havi,
klakað jørðin gav so gána skav.
Forna blóðið enn í æðrum tusti, rótum góðum vóru runnir frá,
løgdu at, har harðast boðar brustu:
Komst ei fram! so spurdist aftaná.

3. Fram ei gekk, teir fullu undir bláma,
luku har sítt dýrdar framburðsstarv.
Nú er stund at siga: lukkan rámi
teirra verk! Vit nutu góðan arv.
Henda øldin føgur gekk til enda
– fásýnd Føroyum vóru dømi slík –
nú í góðum líkindum vit lenda
á tí støðni, har teir løgdust lík.

4. Tó er enn mangt ódnartakið eftir
til teir menn, ið byggja vilja lond;
mangur stuðul enn er ikki settur,
mong ein fløkja enn er framburðsvond.
Fram tí, frændur, latið forna megi
rudda breyt um fold og skeiðaslóð,
so skal gríma fyri nýggjum degi,
nýggja øldin roynast okkum góð.

FavoriteLoadingGoym tekstin