Sjalusi

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe

Í huganum eitt lognbrá
Har dansa tey í nátt
Elskar hon ein annan
Hví rýmdi hon so brátt
Sum mánin dansar eina
Inn í myrku náttarskýggj
Vallar tú aleina
Á beinum tung sum blýggj

Við vegin liggur húsið
Og kamarsljósið brann
Ein silvurgráur Audi
Hvør man eiga hann
Tú hevur roynt at ringja
Men hornið liggur av
Tú vendir tær í seingini
Hvør nú hjá henni svav

Ja, hennar varrar kennir tú og hennar mjúku lið
Hvønn er tað sum hon kyssir nú og sum hon kelast við

At tíðin lekir sárini
At lívið heldur fram
Kanska tú ein dagin
Eina aðra finna kann
Og kanska koma dagar
Tá alt er vorðið gott
Kanska men hvat nyttar tað
Í hesi myrku nátt

Nei ikki fært tú sovið fyri einglunum í frið
Av hjartans hugi kvøða teir um ást og sjalusi

FavoriteLoadingGoym tekstin