Sjálvur eitt einki, einki

Orð: Georgina M. Taylor
Lag: Philip P. Bliss, Emsy Collet
Týtt: Victor Danielsen

1. Sjálvur eitt einki, einki,
í støvinum djúpt fyri tær,
til reiðar at verða brúktur,
har tú hevur brúk fyri mær,
tómur, so tú meg kanst fylla,
tá boð tíni fara eg má,
og veikur, so altíð mær tørvar
frá tær mína styrki at fá.

2. Sjálvur eitt einki, einki,
men leiddur av tær á veg,
ein tænari, sum bert bíðar,
til Harrin vil kalla á meg,
ein harpa, sum tónar leingi,
tá Meistarin hana vil slá,
men kvirr og við stiltum streingi,
tá hann vil, eg stillur skal stá.

3. Sjálvur eitt einki, einki –
um nógv enn tað kosta má,
eg leggja meg vil í støvið,
at verðin mín Harra kann sjá,
sjálvur eitt einki, einki,
men tømdur og fyltur av tær,
tá havi eg lív og gleði,
ja, alt tað, sum tørvar mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin