Sjóapan

Sjólívið eitt blanda fornoyilsi er
Tó oftast tað skuffilsir apuni ber
tí veiða við snellu, við línu og trol
á saltfiskaveiðu krevur ræðuligt tol.

Meðan landkrabbar klæðast í fínasta stás
við snelluna apan verður sett í sín bás
í sjaski og góðveðri skilur ei frá
um havaldan brýtur á grunni og vág.

Har heima gongur summarið við sporti og spæl
tá landkrabbar á stevnu seg vísa sum kæl
meðan apurnar kappast bæði tíðliga og seint
til toskin at draga og at gera reint.

Um heima tú hittir ein arbeiðsmann
so skitnast um bakendan oftast er hann
og altíð seg turran at kroppinum ber
um regnið enn oysir og vatnskaða ger.

Hvønn leygardag, sjálvt sagt, teir halda week-end
fyri apuni bert 6-tíma frívakt er kend
hon søkti um at fáa sunnudag frí
sjálvt tingið vildi rilla so ei gjørdist við.

Men tøkk fái tí sum alt bar so í band
sum landkrabban setti á turrasta land
og enn størri undur ei gloymast skal vekk
at apan er skapt, – og ei við vatnskrekk.

FavoriteLoadingGoym tekstin