Sjólátna sál, sum onga bjarging sær

Victor Danielsen
Orð og lag: Henry L. Gilmour
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Shipwrecked, but not lost

1. Sjólátna sál, sum onga bjarging sær,
vilt brúsar havið, eingin bátur nær,
og eingin hoyrir rópini frá tær –
tín eina hjálp er Jesus!

Niðurlag: Jesus kann hótta hitt villa hav,
Jesus, sum fyri teg lív sítt gav;
og tínum vanda veit Jesus av, Jesus, eina Jesus.

2. Sjólátna sál, ei bylgjan køva kann
hans rødd, sum doyði og tær lívið vann!
Lat stormin leika vilt – bert lít á hann!
Tín eina hjálp er Jesus.

3. Sjólátna sál, hann eymt teg hyggur á,
hann hoyrir róp títt har á villu vág,
lít bert á hann, um bylgjan brýtur há,
tín eina hjálp er Jesus.

FavoriteLoadingGoym tekstin