Sjómaður kvøður

Orð: Bjarni Wiberg Joensen
Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe
Viðmerking: Yrktur fyrst í 50-árunum á fiskiskapi í Norðurnoregi.

1. Sum fuglur ið ferðast um himmal og hav,
ein longsul vit fingu í ogn,
frá sól stíg úr havi til sól fer í kav,
vit sigla í ódn og í logn.

2. Vit sigla í eystan har sól stígur upp,
í vestan har aftur hon fer,
við trolara eins og við lítlari slupp,
vit sigla har fiskurin er.

3. Ein mynd okkum fylgir um leiðin gerst long,
av landinum, fólkinum har,
av fjøllum, av líðum, av grønkandi ong,
av tí, bert ein sjómaður sær.

4. Og hevur tú onkran, ið beyð tær farvæl,
sum kysti og tók teg í favn,
sum eftir tær leingist og fevna teg skal,
tá aftur tú kemur í havn.

5. Tú fyri mær stendur á degi sum nátt,
og góða, tú ert mær so kær,
eg streingirnar røri, mítt eyga er vátt,
og var eg bert heima hjá tær.

6. Hvar kósin enn gongur, tey minnini mong,
ei kámast og hvørva frá mær,
eg elski teg góða, og syngi mín song,
so leingi mítt hjarta tað slær.

7. Nú tagnar mín gittar, eg glíði nú inn
í svøvnin og droymi um teg,
tú eigur mín kærleika, troystar mítt sinn,
tín kærleiki uggar nú meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin