Sjómanns-gentan

Orð: Poul F. Joensen
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Halfdan Kerulf

1. Tú lýsti, tá ið fyrst eg teg sá,
ímillum hinar sum havsins hjómur,
tú sum ein sól millum stjørnur var,
sum rósan von millum blómur.

2. Eg rdoymdi um teg við Íslands strond,
tá eldgos-brandar um himin lýstu,
og undir Grønlands ísbardu strond
í trúgvum barmi teg hýsti.

3. Tín favnur verður mítt heim og havn,
har stútt tín vinur av langferð lendir,
í hjartað rist er títt kæra navn,
so leingi Beinisvørð stendur.

4. Eg aftur pløga skal Atlantshav,
til heystar sælur til tín eg stevni;
men sjólátist eg, er títt kæra navn
seinasta orðið, eg nevni.

FavoriteLoadingGoym tekstin