Sjómansgentan

Orð og lag: Harry Birtilíð

Tað brýtur um flúrar, um flesjar og sker
og aldurnar duna so hart.
Tú mási, ið nú út frá landinum fer
eg hoyrdi tað boð tú mær bart.
Á, mási, hvat heldur tú nú,
stevnir skipið mót heimastrond nú?
Tann besti av øllum á ferðini er
mín hugur til hann eina ber.

Nú bíði eg eftir tær, følin og bleik,
tí hann er mítt alt her í verð,
og bangin eg lýði á stormanna leik –
á, flúgv og mítt boð til hann ber.
Á, mási, eg líti á teg,
er tað satt, er nú skipið á veg?
Um ódnin enn leikar og stormurin fer,
so veit eg, at nær hann nú er.

Nú tendrast ein stjørna á himinum hátt,
men tú droymir várdreym sum eg.
Eg seti eitt ljós her í gluggan í nátt,
tað lýsir og vísir tær veg.
Á, mási, tú flúgv nú avstað,
sig so honum, hvat tú hevur sæð,
frá mínum kærleika, frá míni ást,
ja heilsa og sig, hvat tú sást.

FavoriteLoadingGoym tekstin