Sjómanslagnan

Ein sjómanslagna tykjast kann so hørð,
tá stormur harður leikar yvir fjørð,
og glaðurok, tað myrkir fyri stavn,
tá sjómaður má bjarga sær í havn.

Eins og so mangur mangan eg har stóð,
við snørið mítt á dekkinum og dró,
í summarlýkku ein og vetrarkvøld,
tá norðanættin rak um rigning køld.

Sum sjómann flest eg mangan lyftið gav,
at hetta varð mín síðsta ferð um hav,
ei skuldi kós mín yvir havið stá,
tí ei eg sigldi Føroyum aftur frá.

Men so, tá várið fyri durum stóð,
og longsulin í barm mín fann sær slóð,
tann longsulin, sum lítil piltur fekk,
tá leikandi í fjøruni eg gekk.

Á dekki dtandi eg í hesi stund,
nú mánin lýsir yvir fjørð og sund,
nú hugur mín hann yvir havið ber,
til landið, sum úr huganum ei fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin