Sjómenn

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Vísulag (Kongens søn af Engeland)

1. Teir sigla so væl sín fríða knør,
har streymur ber gjøgnum trongan fjørð,
teir stevna so víða um sund og høv.

– Av vestri blæsur byrur yvir báru –

2. Teir stevna so víða um sund og høv,
so langt frá heimligu egg og nøv,
og merkini blaktra, og segl standa full.

3. Og merkini blaktra og segl standa full,
teir sjógarpar ungu teir vinna sær gull,
og heima har sita tey, børn og vív.

4. Og heima har sita tey, børn og vív,
og unnast við fátækt og strævið lív,
tey vita til fulnar, at stríð skal til.

5. Tey vita til fulnar, at stríð skal til,
um alt kann ganga, sum viljin vil.
Tí eru tey hugað, tí halda tey á.

6. Tí eru tey hugað, tí halda tey á,
um korini enn kennast trong og smá.
Men verður tað ódn, tá ógvast tey við.

7. Men verður tað ódn, tá ógvast tey við,
og barnið sær smoykir at móðurlið,
og móðirin tekur tað tætt at sær.

8. Og móðirin tekur tað tætt at sær;
so biðja tey hann, sum er og var,
at varðveita teir, ið fóru avstað.

9. At varðveita teir, ið fóru avstað
at bjarga teim føði hvønn Harrans dag.
Og kemur hvør aftur til lands, ið fór –

10. Og kemur hvør aftur til lands, ið fór,
so verður í smáttunum frøin stór;
tá setir seg barnið á faðirsins knæ.

11. Tá setir seg barnið á faðirsins knæ
og lættur í huganum kyssir hann tað.
Og móðirin – hon gongur til og frá.

12. Og móðirin – hon gongur til og frá,
so eydnurík vorðin at líta á.
Tó hendir tað mangan, at bylgjan blá –

13. Tó hendir tað mangan, at bylgjan blá,
ið brýtur á havinum brøtt og bráð,
fær tárið at renna so tungt og trátt. –

14. Fær tárið at renna so tungt og trátt,
tí lív hon týndi – og týnir mátt, –
tí børnini verða so bleik um kinn.

15. Tí børnini verða so bleik um kinn,
og móðirin fær eitt so syrgið sinn.
Hvør hoyrdi tey suff og taldi tey tár?

16. Hvør hoyrdi tey suff og taldi tey tár,
ið runnu so stríðan mong tunglig ár?
Hvør veit hvussu mangar, ið havið tók?

17. Hvør veit hvussu mangar, ið havið tók?
Hvussu mangir, ið fullu á mjáu rók?
Men bylgjurnar teska um hvønn og ein.

18. Men bylgjurnar teska um hvønn og ein,
sum vann sær í bardaga deyðamein.
Tó hinir, ið bjargaðust, stevna av stað.

19. Tó hinir, ið bjargaðust, stevna av stað,
til tess teir av deyðanum fevnast ein dag,
og so herja synirnir teirra á. –

20. Og so herja synirnir teirra á
til tess at teir eisini falla frá.
So týnist hvør undan øðrum burt.

21. So týnist hvør undan øðrum burt.
Um ævir blómar tó lívsins urt.
Teir sigla so væl um høv og fjørð.

22. Teir sigla so væl um høv og fjørð,
teir byggja so mangan ein fríðan knør,
og merkini blaktra, og segl standa full.

23. Teir ungu garparnir vinna sær gull,
og vita til fulnar um teir falla frá,
so eru teir aðrir, ið herja á.

– Av vestri blæsur byrur yvir báru -.

FavoriteLoadingGoym tekstin