Sjórænarar í Føroyum

Terji Rasmussen
Orð: Jacobina Hansen, Anna Olsen og Terji Rasmussen
Lag: Terji Rasmussen

Vit eru stórir, vit eru sterkir
vit hava træbein og skegg
vit hava klaff fyri eyga
og vit berjast til okkara deyða

Ein dag vit løgdu út frá landi
vit skuldu út at finna gull
vit funnu steinar og gamlar fliður
og so var kistan full

Vit eru sjórænarar, sum ferðast her í Føroyum
sjórænarar, sum ferðast her í Føroyum
Hey, tju bang

Vit heysa flaggið og stevna aftur
út í ta stóru verð
vit leita aðrar og betri leiðir
tí lítið vit funnu her

Vit eru sjórænarar, sum ferðast her í Føroyum
sjórænarar, sum ferðast her í Føroyum
Hey, tju bang

Ja, vit eru stórir, vit eru sterkir
vit hava træbein og skegg
vit hava klaff fyri eyga
og vit berjast til okkara deyða

FavoriteLoadingGoym tekstin