Sjóvarmoy

Orð: Simon Michael Zachariasen
Lag: Kvæðalag (Kærleikur til fosturjørð)
Viðmerking: Yrktur í 1894.

1. Risin kjósaði sær eitt vív
– grimt var á at líta:
ývið høvur og langa nøs
og stóran eygnahvíta.
Grani bar gullið av heiði.

2. Livdu saman í fleiri ár,
áttu dóttur væna,
skírdu hana Sjóvarmoy;
hon settist út at tæna.

3. Klæddist hon í klæði
og mest í skarlak reyð,
tæna skuldi hon drotti ríka
trúliga til sín deyð.

4. Tænti hon honum leingi,
ei følnaði hennara búni,
hugnaði drotti við hørpuslátt
og ráddi honum rúnir.

5. Kom tá stríð í drotsins land,
svørð á skjøldum smeldu,
risans sonur sigur vann
og drottin sjálvan feldi.

6. Dunið hoyrdi Sjóvarmoy,
so sárliga hon græt,
sviða mundi í hjarta kenna,
tá ið drottur lívið læt.

7. Risans sonur svørði brá,
mót Sjóvarmoy sær vendi,
snøggliga svørðið gleið úr hond,
so gjølla hann hana kendi.

8. Hann treiv um hennara skarlaksbúna
og hann í lepar sleit;
hann tók so hennara rúnarhørpu
og hana í smildur breyt.

9. Hørpuna kastaði hann á vøll,
skarlaksbúna hjá;
Sjóvarmoy tað saman bant
og bar í loynivrá.

10. Sat hon leingi sorgarbundin,
hárið tók at grána;
treytir vóru á hana lagdar
størri enn hennara vánir.

11. Stúrandi sat hon á grúgvusteini,
súr við lítlum tokka,
hugsaði um ta ljósu tíð,
hon kundi við hørpu lokka.

12. Skarlaksbúna og rúnarhørpu
hevði honn enn ei gloymt,
smoygdi sær stundum í skotið inn,
har sum alt var goymt.

13. Sum hon rætti fram ljósu hond,
um skarlaksbúna treiv,
hon sá ein dagin gjølliga,
hann heilur aftur bleiv.

14. Hon hørpustykkini saman bant
við sínum fingrum smáum,
og ung varð væna Sjóvarmoy
av dýrgripunum báðum.

15. Treyst situr unga Sjóvarmoy
í skarlaksbúna prúða,
fró hon heldur hørpu í hond
og leikar av fullum huga.

16. Lýðið á tann hørpuslátt,
moyggjar og so kallar:
fornan arv tit goymið væl
innan og uttan hallar.

FavoriteLoadingGoym tekstin