Skærasta tíð

Orð og lag: Uni Arge

Nú kølna vindar og bløð følna skjótt
tey falla sum tár um tað summar sum var
ljósnætur hvurvu og eg sovi søtt
men longsulin fyllist sum myrkur í mær

Við regninum berast enn látur og løg
tey ljóma og søkka í gulnandi ong
á rútin nú banka tey naknastu trø
tey banka so leingi sum náttin er long

Eg kundi sungið um elskhug og bros
køvt allan sakn um ta skærastu tíð
eg kundi mint meg á fløvandi tos
so sólin sum sæla sá mær innaní

Men tónin í mær er sum heystið hvørt ár
eg murri í moll tó eg vil spæla dur
kanska ein dur eg so spæli í vár
tá hitin sær smýgur um frostbarda hurð

Eg kann tá syngja um elskhug og bros
burtur er saknur um skærastu tíð
eg hoyri tá bara fløvandi tos
og sólin sum sæla sær mær innaní

Eg kann tá syngja um elskhug og bros
komin er skærasta tíð

Eg kann tá syngja um elskhug og bros
burtur er saknur um skærastu tíð
eg hoyri tá bara fløvandi tos
og sólin sum sæla sær mær innaní
og sólin sum sæla sær mær
innaní

FavoriteLoadingGoym tekstin