Eg skal altíð vera hjá tær

Orð: Jákup Olsen
Lag: Rowland H. Prichard, Peter P. Bilhorn

1. Eg skal altíð vera hjá tær,
einki tær meg skilir frá;
hetta orðið greitt mær sigur,
hesum hvílir sál mín á.

Niðurlag:
Jesus, Jesus, vinur besti!
Navn títt, Jesus, uggar meg;
gjøgnum stormar, myrkur, vanda
at tær bert mær halli eg.

2. Hann, mín Frelsari, kom til mín,
tá eg lá fortaptur har;
hann meg frelsti, gav mær vissu,
at hans barn eg vorðin var.

3. Hann, mín Frelsari, meg søkti,
tá hann vilstan burt meg fann;
mína synd hann fyrigav mær –
má eg tá ei elska hann!

4. Hann er syndarum ein vinur,
hann vil barn sítt leiða her,
fólk sítt føra, verja, varða,
til tey frelst har heim hann ber.

5. Jesus, eg teg har skal síggja,
tá ið ferðin endað er;
eg tær uppi har skal prísa
fyri tað, tú vart mær her!

FavoriteLoadingGoym tekstin