Skal eg í vanda ferðast

Orð og lag: Charles Austin Miles
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: If Jesus goes with me (Måske det blir i dalen)

1. Skal eg í vanda ferðast
um djúpa, dapra dal?
Skal sólin á meg lýsa,
og sál mín hvíla sæl?
Eitt veit eg: Gangi eg
á tronga sorgarveg,
bert Jesus er hjá mær,
er gongd hvør ein leið.

Niðurlag: Bert Jesus er hjá mær,
er gongd hvør ein leið;
tað Himmalin er
á hvørjari ferð,
bert hann meg ber.
Á foldum øll lívsæla varð
hans krossur mær;
bert Jesus er hjá mær,
er gongd hvør ein leið.

2. Skal einsligur og gloymdur,
av hita stoktur, eg
teim falnu sálum bera
hitt glaða boð um teg?
Ja, um enn kallið varð
at reisa merkið har,
bert Jesus er hjá mær,
er gongd hvør ein leið.

3. Skal eina tíð eg bera
hans kross á heimsins strond,
ímeðan onnur flyta
hans orð til fremmand lond?
Tó trúgvur veri eg,
Guds Lamb, og elski teg!
Bert Jesus er hjá mær,
er gongd hvør ein leið.

4. Ei kann, ei vil eg ivast
um Harrans vísa ráð;
eg fylgi, tæni honum
og líti orð hans á.
Hvar liggja skal mín ferð,
hvar vegur mín enn ber,
bert Jesus er hjá mær,
er gongd hvør ein leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin