Skal kærleiki í royndum stá

Hans Adolph BrorsonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Hans Adolph Brorson 1734.
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur við ársskiftið 1961-1962. Broyttur 30. november 2003.

Skal kærleiki í royndum stá,
vit mega elska fígginda,
tú tolin, tá hann vreiði ber,
tað kristin kærleiki víst er.

Ei batar mær at siga nei,
um eg skal ganga sannleiks leið;
at elska tey, sum elska meg,
tað heidningur ger eisini.

Um onkur sigur, hann ei kann
av sonnum elska fíggindan,
hann váttar, hann ei fata kann,
hvat Kristi kærleik´megna man.

Og tann, tað fegin vildi sæð;
men veit, hann ikki megnar tað,
í trúgv til Jesu kross tá far,
hann nýggjan kærleik´ kveikir tær.

Tá vit í trúnni kunnu sjá
vár sálarvin hátt krossi á,
sum fyri fíggindunum bað,
tá háð og spott var teirra lag.

Og varnast vit tann veg, hann gekk,
vár sálarhirði, tá hann fekk
úr deyðans váða okkum loyst,
og sál hans var til heljar kroyst.

Og skoða vit í hjartagrund
tey mongu, sváru syndapund,
sum Gud oss fegin fyrigav,
ja, søkti tey í djúpa hav.

Tá Andin hesi boð oss ber,
brátt birtur sálarbrandur er;
so bjørt tann glæman glógva man,
at fíggindan eg elska kann.

Tann kærleiki av øllum ber,
hann størstur er í himnaverð,
til Guds hann leiðir sálir so,
tá læra vit várt fimta boð.

Av øllum alvi lær tú meg,
mín Harri Krist, at elska teg,
at krossi tínum halt mær hjá,
tá fíggindan eg elska má!