Skammast ei við navnið Jesus

Orð: Lizzie DeArmond
Lag: Bentley DeForest Ackley
Týtt: Árni Jacobsen

1. Skammast ei við navnið Jesus,
lýð tey boð, hann til tín ber,
og við hvørjum søgdum orði
vitna, hvør tín støða er!

Niðurlag: Vitna, hvør tín støða er,
ja, við gleði tú tað ger.
Legg verk og tíð
nú hond hans í.
Vitna, hvør tín støða er!

2. Tá ið freisting teg man herja,
nær við Harrans síðu ver.
Fyri hann, teg uppi heldur,
vitna, hvør tín støða er!

3. Skammast ei við navnið Jesus,
lyft tað hátt, hvar enn tú fer,
og í lýdni fyri honum
vitna, hvør tín støða er!