Skammast tú við Harran Jesus

Orð: Lina Sandell
Týtt: Victor Danielsen

1. Skammast tú við Harran Jesus,
við Hans kross og tronga veg?
Ikki skammaðist tó Jesus
við at doyggja fyri teg!
Torir tú ei frítt at vísa,
tú vilt vera Honum nær?
Meira vágaði tó Jesus
fyri lív at vinna tær!

2. Ræðist tú ein lítlan látur,
tó tað geldur lív og deyð?
Jesus ræddist ikki spottið,
tá Hann toldi tína neyð!
Roynir tú at sleppa undan
fyri bert at fáa frið?
Hetta gjørdi ikki Jesus,
bar títt stríð og deyðan við!

3. Skammast tú við Harrans vinir,
sært tú teirra feilir bert?
Jesus kennir teg, tú stolti,
um tú enn langt burtur ert!
Mált í steypið tær skal verða,
sum tú málir øðrum nú!
Og við dóminum, tú dømir,
dømdur verður sjálvur tú!

4. Hoyr tó, hvat ið Harrin sigur:
Um tú skammast nú við Meg,
tá skal Eg á Hinum Degi
heldur ikki kenna teg!
Men vilt tú við Navn Mítt kennast
fyri monnum – merk tær væl –
fyri Guði og Hans einglum
Eg við navn títt kennast skal.

5. Tann, ei vágar, ei kann vinna!
Mót er tann, ið ei er við!
Tann, sum lívinum vil bjarga,
hugsar ikki bert um frið!
Hevur tú við Jesus skammast
líka upp til henda dag,
skammast ei at venda aftur!
Enn er tíð at gera tað!

FavoriteLoadingGoym tekstin