Skammast við Jesus

Orð: Joseph Grigg
Lag: Henry Baker, Lowell Mason, Henry K. Oliver
Týtt: Victor Danielsen

1. Skammast við Jesus! Hvør er tann,
ið torir skammast her við hann,
við hann, sum einglar syngja um
og prísa hátt í Himlinum?

2. Skammast við Jesus! Vinin tann,
sum eina, eina hjálpa kann!
Nei, Harri, eg má skamma meg,
at eg so lítið æri teg!

3. Skammast við Jesus! Tað kann tann,
sum deyðin ikki hótta kann,
sum synd og sorgin ei kann ná,
ei hevur sál, sum bjargast má.

4. Men eg ei skammast vil við hann,
hvørs blóð í mín stað sakleyst rann;
bert hesa æru eigi eg:
Hann skammaði seg ei við meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin