Skiftir á havinum stormur og stilli

Orð: Casper Johs. Boye
Lag: Johan Henrik Nebelong
Týtt: Victor Danielsen

1. Skiftir á havinum stormur og stilli,
logn eina løtu, ta næstu ein ódn;
so eftir eydnuna mótgangur villi
nívandi fellur á menniskjabørn;
friður ei er
á foldum her,
vónbrot og stríð er tað, heimurin ber.

2. Veðrið er líkt einum menniskjahjarta:
Mangur stóð stinnur, tá eydnan var blíð;
brotnar tá alt – sløknar ljósið hitt bjarta –
tá ræður stúran bert sálini í;
vanlukkan fann
veikan hvønn mann,
rikin sum vrakið á sjónum varð hann.

3. Enntá um muðurin songirnar glaðar
ber fram, er hugurin fullur av sorg,
angistin dimmir teir ljósastu dagar –
hvar er mót deyðanum tryggjað ein borg!
Hvar kann ein tá
troystina fá?
Hvønn kann ein leggja sítt vónloysi á?

4. Stúrandi sinni, legg frá tær tín ótta,
ivandi sál, hoyr eitt friðarboð milt:
Er ikki ein, sum kann ódnirnar hótta,
siga við brúsandi havið. Ver stilt!
Óræddur ver!
Harrin er her,
bjarga hann vil og tær hjálpina ber.

5. Søk hann, um dagarnir eru tær góðir!
Hann er hin vinur, ið svíkja ei kann;
men sveik á náttini akker og róður,
kalla á Jesus, og frelsa vil hann,
stjørnan so blíð
myrkrinum í!
Lít á hann! Ei ert tú svikin í tí.

6. Dýrasti Frelsari! Við tær í fylgi
óttist eg ikki hitt stormandi hav,
søkki eg ei undir holvandi bylgju,
nei, eg skal flóta, tá ódnin er av;
trygt skal við tær
sigla mítt far,
lenda á himmalsku strondini har.

FavoriteLoadingGoym tekstin