Skín á himni fríður, fagur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

1. Skín á himni fríður, fagur
tú skæri hvítusunnudagur,
sum navnið ber av Drottins sól;
dagurin, tá Halgi Andi
úr dýrdarinnar bjarta landi
her steig á heimsins harma hól.
Tí syngið sigurslag,
Gud signi henda dag.
Halgi Andi,
veit eydnu svá,
at himni á
vit slíka hátíð mega sjá.

2. Vóru teir í huga linir
tó vónaligir, Harrans vinir,
so snimma Drottins degi á,
samsintir í sál og sinni
teir bíðaðu í stovu inni,
at Halgi Andi koma má.
Við einum huga enn
svá allir eru menn.
Ein er Andi,
og ein er lund
um alla stund,
og ein er vón um gleðifund.

3. Brádligt dun sum ódnarbrestur
sum eldtunga kom himnagestur
og fylti húsið skjótt hjá teim.
Halga Andans kærleiksmegi
hon vitjar okkum dag frá degi,
og fyllir enn upp allan heim.
Um hart hann andar á,
so maður maktast má;
men hann andar
so aftur blítt
á barnið sítt,
og hjartað gerst tá milt og nýtt.

4. Eldtungur um loftið fóru,
sum sólarljós tær skærar vóru
og settust lærusveinar á.
Tungur enn sum snarljós lýsa,
og Drottins tign tær hátt lovprísa,
hans veldi, dýrd og frelsuráð.
Hvørt strá um víðan vøll,
hvørt ljós í himnahøll
eru tungur,
ið tala hátt,
ja, dag og nátt,
um Harrans vísdóm, góðsku, mátt.

5. Fyltust øll av Anda reinum,
Guds Andi kendi lærusveinum
at tala onnur tungumál.
Fyll tú bróst várt, friðarandi,
og leinkju loys og sterka bandið
av vára tungu, vára sál.
Loys tú várt tunguhaft
tú mikla loysnarkraft,
so allar tungur
við miklan mátt,
ja, dag og nátt
lovsyngja tær um ævir hátt.