Skín, Guddóms sól, á hugahimni mínum

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ólína Andrésdóttir
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994

1. Skín, Guddóms sól, á hugahimni mínum,
sum fjalir alt í kærleiksgeislum tínum.
Tú, Drottin Jesus, lívsins ljósið bjarta,
o, lýs nú mínum trúarveika hjarta.

2. Tú ert mær vatn, tá eg so tystur kúri,
og frælsi mítt í myrkum fangabúri,
á vónarveingjum bert tú børn tey smáu,
sum sól tú vermir trúarblómu lágu.

3. Tú ert tað smyrsl, sum grøðir lívsins sárið,
tann mjúka hond, ið turkar sorgartárið,
mín hugans styrkur, hjartans aðalmáttur
og míni sál tann reini andadráttur.

4. Í lívsins kulda einki skjól eg skoði,
hjá frændum, vinum fánar kærleikslogi.
Tú, Drottin Jesus, snúgv tú huga mínum,
so skjól hann fær í náðarfavni tínum.

5. Tú vegur eins hin vesala og smáa
og virðir javnt hin múgvandi og háa,
tú telur ei í tylftum ómegd manna,
men hevur tal á hjörtum túsundanna.

6. Um onkur ikki teg enn funnið hevur,
sum øllum ljós í deyðans myrkri gevur,
o, hoyr tá suff frá veiku bønum mínum,
og gev teim lívd í náðarfavni tínum.

FavoriteLoadingGoym tekstin