Skiparin lítli

Orð: Oskar Hermansson
Lag: Jógvan Telling Joensen

1. Í ánni siglir skipið mítt
við segl og mastrartræi,
flaggið, reytt og blátt og hvítt
:/:hátt í hún eg dragi.:/:

2. Laði í tað áarsand,
eyr og smáar steinar,
sigli út í annað land,
:/:leggi leiðir beinar.:/:

3. Har sum sólin kínir klett,
kátir fuglar syngja,
baldursbráin prýðir blett,
:/:bláar klokkur ringja.:/:

4. Fara vit so langan veg
at hinum áarbakka,
siglingin hon møðir meg,
:/:tá sólin fer at lækka.:/:

5. Á heimleið gleða allir seg,
eingin maður kúrir,
skipari tað eri eg,
:/:lítli fitti Sjúrður.:/:

6. Leggi inn á kenda vág,
skipið fyri teymi,
heima halli høvur á –
:/:berist burt í dreymi.:/:

FavoriteLoadingGoym tekstin