Skirvin Flá

Petur Pólson
Orð: Petur Pólson
Lag: Clickhaze

um ljósið sá
hvar byrðan lá
varð svarta hartað heilt
ella ein skirvin flá
tá náttin myrk
sær káman styrk
veittan í vátan veik
lat lívið látast kvirt

um byrðan var
har hjartað slær
stumt smílið stirnaði
gloymt inn í gitið gjarð
tá lívið er
eins og jarðarferð
eitt stutt og syrgið lot
ið ongan bata ger

Jeg stod mig op en morgenstund
og klaged min sorrig saa mangen lund*

vilt tú vita hvør eg eri
lít djúpt inn í myrkrið

tá trúgvin tín
sakk í drukkið vín
fór frelsan fánýtis
svart sólin sá sítt skín
hvørt skrivað blað
fær ikki vitnað tað
komm inn í dag
koyr synd avstað

Der stod en engel og lytted derpaa
du arme synder, hvi klage du dig saa*

vilt tú vita hvør eg eri
lít djúpt inn í myrkrið

um ljósið sá
hvar byrðan lá
varð svarta hartað heilt
ella ein skirvin flá?

FavoriteLoadingGoym tekstin