Skjótt brúðgómurin kemur

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Jóhan Edvard Fuglø

1. Skjótt brúðgómurin kemur, tann stundin hon er nær,
hoyr nú hann á teg kallar, í dag hann ynskir svar,
eins og tær hygnu vóru, tilreiðar vera má,
at møta tínum frelsara, brúður standa tá.

Niðurlag: Við borðhaldið tað stóra har savnast skulu øll,
av hjarta honum prísa í føgru himnahøll,
við vakra brúðleypsborðið sum brúður sita skal,
og náðitíðin styttist, nýt løtuna her væl.

2. Á lampu hava olju, og vera lívsins ljós,
tað er tín lutur vinur, mót himni seta kós,
um vegur kennist tungur, hann hoyrir tína bøn,
halt á so skal tú vinna, og stór tín sigursløn.

Mót innbjóðing má taka, um tú vilt heim ein dag,
í brúðleypsklæðum vera, og svara honum ja,
ein stórur frelstur skari skal savnast himni í,
har lovprísan skal ljóða, í ævir frelst og frí.

FavoriteLoadingGoym tekstin