Skjótt dýrdarinnar gylti morgun rísur

Jóhan við Neyst
Orð: Lennart Thanner
Lag: Erland Dahlgren
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Härlighetens morgon

1. Skjótt dýrdarinnar gylti morgun rísur,
og allir heimsins skuggar hvørva brátt.
Í ævirnar ein himmalstaður lýsir,
og afturum er farin myrka nátt.

Niðurlag: Áh, ljósi morgun, skjótt tú upp skalt rísa,
tá skal eg síggja teg, mín Frelsari.
Lat tína dýrd í hjarta mínum lýsa
á ferðini mót himmalstrondini!

2. Ei líðingar í Himlinum meg náa,
ei nakar fíggindi meg herjar á,
ei longur sorg og deyði kunnu sláa,
ei nakar skilnaður skal vera tá.

3. Mítt eyga tá um allar ævir skoðar
tær grønu eingir og hin gylta stað,
og lívsins sól har Himmalstaðin roðar;
sum loystur fuglur verði eg tann dag.

4. Tá Jesus leiðir meg inn í tað landið,
eg síggja skal hans milda eygnabrá.
Eg reinur millum frelsta skaran standi
í gylta staðnum allar ævir tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin