Skjótt eingin skuggi liggur

Orð: Anne Ross Cousin
Lag: Chrétien Urhan
Týtt: Victor Danielsen

1. Skjótt eingin skuggi liggur
ímillum hann og meg;
um deyðar sjey enn hóttu,
tann ferðin loysti seg.
Á Zion stendur Lambið
og tey, hann átti her,
og lívið, lívið blómar,
har sum Jesus er.

2. Djúp vøtn á vegnum vóru,
og grót og ísur skar;
nú er tað alt á baki,
og harpan bíðar mær,
áh, við tí fagra skara,
ið sigrað hevur her,
halleluja at syngja,
har sum Jesus er!

3. Skjótt sløkkir lívsins bikar
ta síðstu kvøl og sút,
og hagablóman brýtur
í Edens rósu út;
til heiður verður hatur,
og navnið, ókent her,
á hvíta steinin grivið,
har sum Jesus er.

4. Míns elskaða eg eri,
mín elskaði er mín;
ein syndara hann leiðir
í vínhúsið til sín;
eg byggi á hans virði,
tann grundin eina ber
á foldum og í Himli,
har sum Jesus er.

5. Eg sovna skal í honum
og rísa upp sum hann,
hann síggja og tilbiðja,
sum aldri her eg kann;
ímillum meg og uppreisn
bert Paradís nú fer,
og so – har lívið blómar,
har sum Jesus er!

FavoriteLoadingGoym tekstin