Skjótt so endar várt lív her á foldum

Orð og lag: Albert Edward Brumley
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: If we never meet again

1. Skjótt so endar várt lív her á foldum,
kanska skiljast vit nú seinastu ferð,
brátt upprennur tann stundin, tá Jesus
síni børn inn í Himmalin ber.

Niðurlag: Um á foldum ei vit hittast skulu aftur,
her, hvar sorgin mangan nívandi lá,
sig mær, skal ein dag í Himli eg tær møta
har við lívsánna, Jesusi hjá?

2. Har, ið lívsins træ í ævir blómar,
og har aldri nakar skiljast má.
Sig mær, skal ein dag í Himli eg tær møta
har við lívsánna Jesusi hjá?