Skjótt er ferðin endað her yvir lívsins vág

Jóhan við Neyst
Orð: Inetz Andersson
Lag: Rufus Henry Cornelius
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Tänk när släkt och vänner

1. Skjótt er ferðin endað her yvir lívsins vág,
og vit flyta hiðani, verða Gudi hjá.
Livi ella doyggi eg, Jesus kemur brátt
skýnum í,
endar stríð –
og alt verður gott.

Niðurlag: Hugsa, tá tey frelstu savnast uppi har
á tí føgru strond, har eingin deyði slær.
Lambinum og Gudi veiti prís hvør sál.
Burt er sorg
í Guds borg –
komið er á mál.

2. Vinir fóru undan mær heim í gylta stað,
glaðir har teir bíða mær til hin sæla dag.
Jesus turkar burt hvørt tár, sorg ei hagar nær,
ævigt skal
ljóma væl
sigurssongur har.

3. Tváa tíni klæði rein Jesu blóði í,
um tú sælu eiga vilt nú og alla tíð.
Tá vit hoyra lúðurin, hvørvur myrka nátt.
Brúður Krists:
Eitt er vist:
„Jesus kemur brátt!“

FavoriteLoadingGoym tekstin