Skjótt er lívsins skeið her runnið

Orð og lag: Eugene Monroe Bartlett
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Just a little while

1. Skjótt er lívsins skeið her runnið,
foldarferðin enda skal,
og vit flyta heim til Himmals,
møta vinum, verða sæl.
Perluportrið opið stendur,
og tey frelstu ganga inn.
Fagnardagur hetta verður,
dýrdin fyllir Himmalin.

Niðurlag: Bert ein stokkut stund á foldum,
bert eitt bil at bíða enn.
Bert ein stokkut tíð at virka,
bert eitt møðsamt stig í senn.
Bert ein stokkut tíð við royndum,
so vit flyta til hin stað,
sum við jaspismúrum glitrar,
har Guds dýrd skal gylla dag.

2. Skjótt hin ljósins morgun birtist,
boðar nýggjum degi frá.
Harrin øllum sínum býður
heim at búgva sær íhjá.
Sigurssongur ævigt stígur
frelstum frá og einglum við.
Horvin er øll trongd og pína,
gleðin er óendalig.

3. Skjótt vit møta vinum aftur,
knýta aftur slitin bond,
eingin skilnaður er longur
á tí ljósu, gyltu strond.
Heima vera vit um ævir,
Lambið allan heiður fær.
Áh, ein sælur, ljósur morgun,
tá vit finnast skulu har.

FavoriteLoadingGoym tekstin