Skjótt hetta hús mítt fellur her

Orð og lag: Árni Jacobsen

1. Skjótt hetta hús mítt fellur her,
tó, nær tað verður, dult mær er,
so veit eg tó, at Harri mín
tann dag meg kallar heim til sín.

2. Skjótt silvurskálin brotna má,
og ei sum nú eg syngi tá,
tann songur, ið av øllum ber,
sum ljóð av mongum vøtnum er.

3. Skjótt hetta likam gerast má
til dust, sum tað er komið frá.
Tá sál mín loyst um portrið fer
til staðin, sum til reiðar er.

4. Skjótt Harrin aftur koma skal
at heinta skaran uttan tal.
Tann, ei við Gud forlíktur er,
til dómin æviga tá fer.