Skjótt hin morgun rísa skal

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Skjótt hin morgun rísa skal,
tá Guð opnar Himnasal;
eingin sjúka, sorg er har,
o, Jerusalem í tær,
har tey frelstu syngja prís til hørpuspæl.

2. Dagur aftnar, skjótt er kvøld,
á, farvæl tit heimsins tjøld;
heimsins skreyt skal svinna burt,
brúðurin skal rykkjast burt,
hagar songurin skal ljóða øld um øld.

3. Lívsins á so klár sum glar
rein og óspilt rennur har;
einki eyga hevur sæð
hvat er goymt í Sions Stað
til ta brúður, Hann við blóði keypti Sær.

4. Brúðarsál, á, lít á Hann,
sum tær lív og frelsu vann;
tá Hann doyði fyri teg,
lívsins veg Hann opnaði
við tí blóði, sum á krossins træi rann.

FavoriteLoadingGoym tekstin