Skjótt í Himli skal ein veitsla verða

Lag: J. Marcussen
Týtt: Victor Danielsen

1. Skjótt í Himli skal ein veitsla verða,
full av gleði, sælu, hvíld og frið,
og frá Gudi vit innbjóðing bera –
hoyr nú, sál, vilt tú ei vera við?

2. Harrin við teim gjøgnumstungnu hondum
inniliga, eymt tær býður her;
skunda tær til hann úr trælabondum,
hugsa, hvussu skjótt tað ov seint er!

3. Hoyr tí, sál, nú, meðan kallið ljóðar,
far ei meir ta myrku syndaleið!
Skjótt ei longur Harrin tær inn bjóðar,
skjótt, ja, skjótt skal kallið ljóða ei!

4. Skjótt eitt annað boð tær Harrin sendir,
deyðin kemur, og hvat gert tú tá!
Tá tú ov seint tær til Harran vendir,
myrk og vónleys ævin er at sjá.

5. Hoyrið tí í dag, tit sálir mongu,
ung og gomul, menn og kvinnur, nú!
Vandin stórur er hjá tykkum longu,
náðistundin er brátt úti jú.

6. Ver nú kvik, áh, sál! Tí eingin skattur,
sum tú átti, hesin líkur var;
og tá hurðin fyrst er latin aftur,
tá tú bankar, men fært einki svar.

FavoriteLoadingGoym tekstin