Skjótt í skýggini Hann kemur, einglarøddir hoyra vit

Orð: Ókendur
Týtt: Hjalmar Joensen

1. Skjótt í skýggini Hann kemur, einglarøddir hoyra vit,
náðiklokkan slær sítt síðsta klokkuslag!
Kristi dýrd vit skulu skoða, búni vár fær hvítan lit,
á, um Jesus Sína Brúður tók í dag!

Niðurlag: O, Hann kemur, Jesus kemur,
frø teg vinur, Jesus kemur;
Zionslambið Síni tekur,
vilt tú vera við í Hvíta Skaranum?

2. Hátt á Zion stendur Lambið við Tí Frelsta Skaranum,
sum Guðs Faðirs navnamerki á sær ber;
Skarin keyptur er og tváaður í offurblóðinum,
fylgir Lambinum á síni himmalsferð.

3. Fyri Trúnuni á Zion Skarin syngur Lambsins prís,
fyllir Himmalin við føgrum hørpuslátt’;
frá teim frelstu hjørtum hoyrist lov og tøkk í Paradís
fyri Guðs og Kristi ásjón dag og nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin