Skjótt í skýggjunum vit síggja

Týtt: Árni Jacobsen

1. Skjótt í skýggjunum vit síggja
Harran, sum her gav sítt blóð,
hann við einglaheri kemur,
tá ið lúður gevur ljóð.
Tá skal boð av Himli koma,
boð til øll, sum hava trúð:
„Komið heim, tit øll dýrt keyptu,
heim til tykkar gylta bú!“
Niðurlag: Vinur, ert tú tá til reiðar,
kanst tú glaður Harran sjá,
ella skalt tú standa eftir
– ei umvending býðst tær tá!

2. Tá ei boð um frelsu hoyrist,
eingin talar tá um frið,
mong Guds orð tá skulu søkja,
tó, ov seint at venda við.
Tá í Himli verður songur,
áh, eitt stórt og fagurt lið.
Mangur verður tá, sum angrar,
at hann ei tók hetta stig.